Innbjóðing til skeið

SSF bjóðar venjarum á grundskeið í Merkjaskipanini fríggjadagin 4. jan. 2008 frá kl. 19.00 til 22.00 og leygardagin 5. jan. frá kl. 9.00 til 17.00 í Gøtu skúla (neyðugt er at vera báðar dagarnar).
Skeiðið umfatar byrjunarupplæring í svimjing: Hvussu læra vit børn at svimja. Skeiðinstruktørar vera Rúni Gaardbo og Pálin Olsen, instruktørar hjá SSF í Merkjaskipanini. Luttøkugjaldið er 500,- kr. fyri fyrsta luttakaran og 200,- kr. fyri næsta luttakaran hjá hvørjum felag. Pláss er fyri 2 venjarum frá hvørjum felag. Men um feløgini ynskja, at fleiri venjarar koma á skeiðið, er møguleiki fyri einum paralellum skeiði, um nóg stór undirtøka er. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 2. januar hjá harugaar@post.olivant.fo (Rúni, tlf. 217106).

Merkjaskipanin
Merkjaskipanin er ein skipan, sum er skræddaraseymað til at læra børn at svimja. Skipanin er býtt sundur í tveir partar, sum kunnu lýsast soleiðis: Fyrsti partur (Grundskeiðið) er um merkini, Vatn, Hvalur, Skjaldbøka, Pingvin og Kópahvølpur. Mál: Hvussu læra vit børn at svimja + spøl, sum hoyra til. Annar partur (Víðkaða skeiðið) er um merkini, Kópur, Sjóleyva, Springari og Hávur. Mál: Hvussu læra vit børn at svimja crawl, rygg, bringu og firvald + bjarging.
Fyri at luttaka á víðkaða skeiðnum er neyðugt at hava lokið grundskeiðið.

This entry was posted in Útbúgving. Bookmark the permalink.