6 nýggj føroysk met til Elspu

Í svimjikapping í Thisted Cup 2007 hevur Elspa Mørkøre sett 6 nýggj føroysk met.

Tilsamans yvir 2 fylgjandi vikuskiftir hevur hon sett 9 nýggj føroysk met:

3 vóru sett í Kolding vikuskifti 28.-30. sept. og hetta vikuskifti í Thisted 5.-7. okt, hevur Elspa sett 6. Tilsamans 9, harav tað eina átti Nathalia úr Ægir.

Metið í 100 firvald, ið Nathalia Reinhardt úr Ægir hevur átt síðani FM-2005 (01.06.65)  varð tikið við tíðini 01.05.51 og hini 5 metini átti Elspa sjálv:

50  rygg  00.29.36 (gl. m. 00.29.43)

100 rygg  01.03.78 (gl. m. 01.04.51)

100 frí     00.58.07 (gl. m. 00.58.25)

100 blandað  01.05.73 (gl. m. 01.06.92)

200 blandað 02.21.22 (gl. m. 02.21.49)

Úrlitini síggjast á Live Timing.dk og vel  Thisted Cup 2007

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.