Aftur ein góður dagur í Melbourne

Føroyski svimjarnir, ið eru við í HM kappingini í Melbourne, hava aftur í dag svomið í tveimum kappingum.

Mona Simonsen og Jutta Thomsen svumu í 200 m frí hjá kvinnum. Tær vóru í hvør sínum riðli og megnaðu tær báðar at vinna sín riðil. Jutta setti nýtt føroykst met við tíðini 2.10.81 Hetta gevur eitt samlað 66. pláss av 104 luttakarum. Samanborið við sín aldursbólk liggur Jutta millum 10 tey fremstu og er tað sera gott.

Mona svam tíðina 2.12.45 og gav tað henni eitt samlað 73. pláss. Hetta er eisini sera gott.

Pál Joensen svam 800 m frí. Hann svam við tíðini 8.30.31 og gav tað eitt samlað 34. pláss av 46 svimjarum í alt. Henda tíðin er samstundis nýtt føroyskt met. Pál bleiv nummar 8 í sínum aldursbólki (juniorar) Eisini hetta er eitt gott úrslit.

Higartil hava føroysku svimjarnir klárað seg sera væl í kappingini. Vit hava fingið sera góð ummælir í fjølmiðlunum her og m.a. Eurosport hevði hesa viðmerking í nátt: ” All together Faroe Island are doing wery, wery well “.

Næsta kapping vit luttaka í er í morgin. Tá svimja Pál Joensen og Kristian Olsen í kappingini  100 m frí hjá monnum. Henda kapping byrjar uml kl. 10.20 lokala tíð Tað er uml kl. 01.20 føroysk tíð. Eurosport sendir beinleiðis frá hesi kapping.

Allir svimjarnir lata heilsa heima og hava tað gott. Vit hava frálíkt veður í dag. Uml 25 stig og sólskin

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.