Nú skal HM-svimjast …..

Leygarkvøldið kl. 23.00 (í Melbourne er tað sunnumorgun kl. 10) er HM-svimjing á skránni hjá føroysku svimjarunum.

Í 5. kapping –  400 metrar frí – skulu Jutta og Mona í 50 m. hylin frammanfyri 100 – ja kanska fleiri 1000 áskoðarum við upptøku- og myndatólum og hvat veit eg (vit), at gera sítt besta.

Báðar eru tær í 3. riðli av 9 og sambært tilmeldingarlistan er besta tilmeldingartíð 04.02.13 og ringasta tilmeldingartíð 05.22.86

Heimsmeistarin, Lauré Manaudou (86) úr Fraklandi við tíðini 04.02.13, ið hon setti í Ungarn 6. aug. 2006, er eisini við og svimur hon sjálvsagt í besta og síðsta riðli (9) á geil 4.

Tilm. tíðin hjá Monu er 04.40.94 og tíðin hjá Juttu er 04.36.52

Áhugaði hava møguleikan at fylgja við.

Far í høgru síðu á framsíðuni hjá Svimjisambandinum og klikk á Altjóðasvimjisamband FINA ella á Evropeiska svimjisamabndi LEN

og so skuldi leiðin verið opin niður til 12. World Championships 2007 í Melbourne.

Vit fara eisini at hava tíðindir o.a. við myndum eftir førimuni og møguleiki er eisini hjá teimun at skriva beinleiðis tíðindir á heimasíðuna hjá svimjisambandinum  …..

Vit ynskja teimun góða eydnu víðari í HM-kappingini ………..

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.