Topp 10 listin yvir hægstu stig

Listin er nú dagførdur við stigum, ið svimjari fekk tá svimjingin fór fram – t.v.s. eftir tí stigatalvu, sum tá varð galdandi.
Sambært hesum, so liggur Asbjørn Hansen úr HS nr. 1 hjá monnum og hartil rættuliga tryggur og Elspa Mørkøre úr FS  nr. 1 hjá kvinnum, verður nokk ring at koppa fyribils.

Nr. 2 er Ingi Andreasen úr HS við 776 stigum, ið hann fekk fyri 100 bringu við tíðini 01.05.94 til oyggjaleikirnar í 95. Ingi svimur ikki meiri og tí má tað vera 3. svimjarin Pál, ið liggur 20 stig aftaná, ið er næstur at koppa Asbjørn av trónini. Kravið verður so, at hann t.d. í 1.500 frí skal svimja eina tíð, ið er 15.47.94 ella betur – t.v.s. smá 10 sek. skjótari enn hann ger tað nú. Tíðin hjá Páli er í løtuni 15.56.21 í 1500 frí

Tíðin 15.48.34 í 1.500 gevur 779 og skal eitt met “viskast út” so skal tíðin vera betur. Sama tíð er ikki nokk!!

Hjá kvinnunum liggur Elspa klárt á 1. plássi og so er hon eisini nr. 2,3,4.

5. plássið eigur Jutta Thomsen og her skulu 48 stig, til at koppa Elspu. So – uttan at taka nakað frá nøkrum – so verður tað nokk Pál, sum í løtuni liggur best fyri at vera tann 1., ið koppar Asbjørni av ovastu svimjirókum.

Haraftur ímóti er Elspa rættuliga trygg tey næstu 10 árini??  Hetta skal sjálvsagt takast við fyrivarni. Onki er ómøguligt hjá honum/henni, ið hevur viljan á røttum staði.

Um kvinnur og menn vóru sett á sama lista so lág kvinnan á 1. plássi og maðurin á 2. plássi. Ja. soleiðis kann ein sita og spæla sær  við stigum og fáa ymiskt áhugavert burturúr.
So var tað ikki Asbjørn sum var nr. 1, men Elspa og so skuldi næsti, sum er Pál svimja eina tíð sum gevur 785 stig (Elspa hevur 784)
Tað skerst tó ikki burtur, at vera stigini í top10 listanum tikin í fullum álvara (og hví ikki tað?)
ja, so kunnu teir gomlu gubbarnir trygt leggja seg afturá eina løtu afturat og siga sum so ….. vit vóru bara nakað heilt fyri seg – ella?

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.