Tveir svimjarar tryggjað sær gullnál

Jutta Thomsen og Mona Simonsen frá Tvøroyrar Svimjifelag vunnu báðar gullnál í gjár, tá kapping var í Vági

Tað var ein stórur dagur fyri Tvøroyrar Svimjifelag og fyri føroyska svimjing sum heild í gjár, tá Jutta Thomsen og Mona Simonsen vunnu sær gullnál í kapping í Vági.

Tað var á teininum 800 m frí svimjing, at tær báðar svumu seg til eina gullnál. Fyri at vinna eina gullnál skulu svimjararnir svimja í eini tíð, sum gevur 730 stig, og hetta megnaðu tær báðar henda dagin.

Jutta Thomsen kom á mál í tíðini 9.09.69, og gav hetta henni 737 stig. Beint eftir henni á mál var Mona Simonsen í tíðini 9.09.95, sum gav 736 stig.

Tær vunnu sær ikki bara gullnál henda dagin. Tíðin hjá Juttu Thomsen var eisini føroyskt met. Gamla metið var 9.12.32, og tað átti Elspa Mørkøre.

Ikki nógvar kvinnur hava megnað at vunnið sær gullnál fyrr. Jutta og Mona vóru nr. 3 og 4 í røðini, og undan teimum hava bert Elspa Mørkøre og Petra Gardar megnað hetta.

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.