Úrslit frá NJM-2006 í Finlandi 1. og 2. partur

Ungu føroysku svimjararnir hava higartil vunnið 3 bronsuheiðursmerkir og sett 4 nýggj føroysk met. Elspa Mørkøre (2) fekk bronsu í 50 rygg við tíðini  00.29.82 og í 200 frí við tíðini 2.04.76 (hetta er samstundis nýggj met í bólki 5 og føroysk met. Harafturat setti hon nýtt føroysk met og bólkamet í bólki 5 í 100 rygg við tíðini 1.04.57 og sum fyrsti svimjari í liðsvimjingini 4 x 100 frí setti hon føroyskt met og bólkamet í bólki 5 við tíðini 00.58.25.

Pál Joensen (1) vann bronsu í 1500 frí við tíðini 16.08.25 Føroyska metið eigur hann sjálvur við tíðini 16.03.59, ið hann setti fyrr í ár.

Eisini Kári á Høvdanum betraði um sítt egna met í bólki 5 og føroyska metið í 100 rygg tá hann sum fyrsti svimjari í liðsvimjingini 4 x 100 bl. kom inn við tíðini 00.59.58

Unga gentusvimjararnir megnaðu eisini at seta nýtt føroyskt met í 4 x 100 blanðað við tíðini 04.35.70 Gamla metið átti lanðsliðið frá oyggjaleikunum í Hetlandi.

Svimjararnir skulu aftur í hylin fyri seinastu ferð í morgin fyrrapartin og seinni um kvøldið verður farið úr Tampere og umvegis Arlanda til Kastrup, har lent verður eftur ferðaætlanini kl. 21.10

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.