Ungu føroysku svimjararnir hava higartil vunnið 3 bronsuheiðursmerkir og sett 4 nýggj føroysk met. Elspa Mørkøre (2) fekk bronsu í 50 rygg við tíðini 00.29.82 og í 200 frí við tíðini 2.04.76 (hetta er samstundis nýggj met í bólki 5 og føroysk met. Harafturat setti hon nýtt føroysk met og bólkamet í bólki 5 í 100 rygg við tíðini 1.04.57 og sum fyrsti svimjari í liðsvimjingini 4 x 100 frí setti hon føroyskt met og bólkamet í bólki 5 við tíðini 00.58.25.
Pál Joensen (1) vann bronsu í 1500 frí við tíðini 16.08.25 Føroyska metið eigur hann sjálvur við tíðini 16.03.59, ið hann setti fyrr í ár.
Eisini Kári á Høvdanum betraði um sítt egna met í bólki 5 og føroyska metið í 100 rygg tá hann sum fyrsti svimjari í liðsvimjingini 4 x 100 bl. kom inn við tíðini 00.59.58
Unga gentusvimjararnir megnaðu eisini at seta nýtt føroyskt met í 4 x 100 blanðað við tíðini 04.35.70 Gamla metið átti lanðsliðið frá oyggjaleikunum í Hetlandi.
Svimjararnir skulu aftur í hylin fyri seinastu ferð í morgin fyrrapartin og seinni um kvøldið verður farið úr Tampere og umvegis Arlanda til Kastrup, har lent verður eftur ferðaætlanini kl. 21.10