3 nýggir føroyskir altjóðadómarar í svimjing

Hjálparfólka- og yvirdómaraspurningurin loystur.

Á seinasta aðalfundi á heysti í 2005 var álagt starvsnevndini at skipa fyri hjálparfólkaskeiði. Hetta var sera átroðkandi, tí dømingin var komin á eitt í so lágt støðið og tí var tað umráðandi, at útbúgva hjálparfólk skjótast gjørligt.

Eisini var yvirdómaraspurningurin frammi og tað var hildið sera óheppið at vit í Føroyum ikki høvdu okkara egnu yvirdómarar. Okkara einastu yvirdómarar higartil hava verið Jon Hestoy og Sørin S. Djurhuus, ið báðir eru givnir.

Í tøttum samstarvi við danska svimjisambandið hevur hetta nú loksins eydnast og hava vit í dag uml. 30 útbúgvin hjálparfólk, ið fingu síni prógv longu í januar mánað 2006 og um vikuskifti fingu vit so 3 yvirdómarar, ið hava verið til próvtøku og roynd í Vejle.

Yvirdómararnir eru: Dan Mikkelsen og Elin Matras úr Klaksvík og Evald Rasmussen úr Tórshavn.

Svimjisambandið ynskir teimun hjartaliga tillukku við próvnum sum yvirdómarar.

Niðanfyri hava vit fingið sendandi eitt referat um skeiðið frá teimun trimun og sum vit loyva okkum at seta á heimasíðuna:

Eitt sindur um sjálvt skeiðið:

Vit hava nú í 2 umførum verið í Danmark fyri at taka endaligt yvirdómaraskeið, hetta er tað seinasta av 5 “mondulum”, sum krevjast fyri at kunna kalla seg yvirdómari. Onkur av okkum manglar enn mondul 6 “stævnesekretær”, sum verður tikið seinri.
“Dansk Svømmeunion” hevur á fyrsta sinni koyrt hetta skeiðið á ein heilt nýggjan og nýmótans hátt. Tvs., at dentur var lagdur á tað psykologiska í læruni og lærarin her var Gert Ottosen, sum dagliga undirvísir á Københavns Universitet og so vítt vit fingu at vita eisini starvast sum psykologur til dagligt. Eisini er hann pápi at kenda danska landsliðssvimjaranum Jeanette Ottosen. – Hetta kláraði hann við manér. Vit blivu “testaði” bæði so og so og fingu nógv at vita um sjálva psykologiina í at virka sum ovasti myndugleiki til eina svimjikapping. Vónandi duga vit, at brúka hetta tá vit fara út at virka í tí dagliga, men tað tekur sikkurt eina løtu at byggja upp.

Hinir lærararnir á skeiðnum vóru “Unions-dómarir” Jens Jensen og Birger Muller, sum báðir hava luttikið sum dómarar til altjóðakappingar kappingar s.s. DM, EM o.s.fr. Teir tóku sær mest av lógunum í svimjingini og testaðu okkara vitan innan sjálva svimjingina. Eisini blivu fleiri filmar vístir frá OL, VM o.a., sum vit kanska skuldu víst fram her í FO. Her verður hugsað um “feilir” sum verða gjørdir undir vatni, vendingar, startir o.a.

Vit vóru 11 á skeiðnum, sum í fyrsta umfari fór fram í Korsør og so hesa seinnu ferðina í Vejle.
Tíbetur kláraður vit øll 3 tað endaligu royndina og kunnu nú kallað okkum altjóða svimjidómarar.
Men tað krevst av okkum – um vit vilja halda áfram at vit hvørt ár møta til “efteruddannelse” í DK.

Annars fellur heitið burtur.

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.