Her eru luttakaralistarnir til AldursBólkaMeistaraStevnuna 2024, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. apríl 2024. Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á Swimify
Góð úrslit á Danish Open 2024
Nú eru føroyingarnir lidnir við sítt á Danish Open 2024, og gekk tað faktiskt avbera væl. Um uppteljingin er røtt her, so varð tað til 2 føroyskt met, 5 føroysk juniormet og 1 gullnál, umframt at svimjararnir betraðu seg í 39 av 66 luttøkum.
Úrslitini hjá føroyska landsliðnum síggjast øll her á Swimfy
Continue readingHeini 4:03.67 og gullnál í 400 frí
Heini M. Askham (2006) úr Ægir svam seg fyri løtu síðani til gullnál í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í B-finaluni rakk tíðina 4:03.67, har gullnálatíðin hjá okkum er 4:04.41. Hetta í harðari kapping við liðfelagan Líggjas Joensen (2008) sum svam 4:03.57, men sum longu hevur gullnál. Teir báðir endaðu sum nr 1 og 2 í B-finaluni, og eru nú nr 4 og 5 av øllum føroyingum nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Pál Joensen, Óla Mortensen og Alva Hjelm. Sí úrslitalistan her á Swimify
Elisabeth 29.47 og føroyskt met í 50 rygg
Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag megnaði nú seinnapartin at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open 2024 svam seg til úrslitið 29.47. Signhild Joensen átti føroyska metið á 29.54 sekund, frá EM í Glasgow í 2018. Úrslitið hjá Elisabeth rakk til eitt fjórðapláss í kappingini, og gevur tíðin hartil yvir 750 AQUA-stig, sum er kravið til EM 2024. Sí úrslitalistan her á Swimify
Isak 2:07.41 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald
Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjfelag megnaði aftur nú seinnapartin at seta føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann í A-finaluni svam seg til 2:07.41, har metið hjá honum frá innleiðandi í morgun var 2:07.42. Sí úrslitalistan her á Swimify
Isak 2:07.42 og stórt føroyskt juniormet í 200 firvald
Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjfelag megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2024 svam seg til A-finalu við tíðini 2:07.42. Hann átti sjálvur juniormetið á 2:09.50, frá Reykjavík International í januar mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify